Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

James Carothers á ársins Country Festival

James er kendur fyri sínar framførslur í Nashville, har hann síðan 2015 hevur framført fleiri enn 2.000 konsertir á millum annað vælkendu AJ’s Good Bar, The Nashville Palace og Music City Bar

– Nashville ‘Honkey-Tonk’ sangarin, James Carothers, kemur til Føroya at spæla fyri tykkum á Country Festivalinum 2024.

Tað skrivar Country Festivalurin í tíðindaskrivi.

James er kendur fyri sínar framførslur í Nashville, har hann síðan 2015 hevur framført fleiri enn 2.000 konsertir á millum annað vælkendu AJ’s Good Bar, The Nashville Palace og Music City Bar, samstundis sum hann hevur framført á palli í Londum, Kanada, Japan, Skotland og Norra.

Country Festivalurin skrivar, at størsti dreymurin bleiv uppfyltur, tá hann í 2020 bleiv boðin á pall í víðakenda ‘Grand Ole Opry’ fyri túsundavís av áskoðarum.

Seinni sama ár bleiv hann útvaldur av navnframa Allan Jackson at hita upp til konsert sína á ‘Bridgestone Arena’ í Nashville.

– Hetta er ein av størstu Country sangarunum, ið Nashville hevur at bjóðað heim til Føroya, so takið væl ímóti honum á palli í Sørvági í 2024, skrivar Country Festivalurin.

Atgongumerki eru til sølu á www.country.fo

“Country Festivalurin – Har Country hittini, hittast”

Her er lagið “Back to Hank”, har James Carothers leitar aftur til góðu country-tíðina, tá Hank Williams ráddi fyri borgum, tónleikasliga: