Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stór fótbóltsupptaktsending á FM1 í dag

Fótbóltsskýlið er vaknað úr dvala og verður á skránni í dag frá klokkan 15 til 17

Í dag verður Fótbóltsskýlið á skránni á FM1 í tveir tímar – frá klokkan 15 til 17, nú nýggja kappingarárið í Betri Deildini hjá monnum byrjar í morgin, leygardagin 9. mars.

Fyrri tímin verður brúktur til at tosa um liðini, nú nógvar spælaraflytingar eru farnar fram, og hvussu liðini eru fyri, nú nýtt kappingarár byrjar.

Fer kappingin at líkjast henni, ið vit høvdu fyri nøkrum árum síðan, har vit høvdu topp fimm og botn fimm ella kunnu vit vænta okkum broytingar í toppinum og botninum? Og er tað í ár, at Víkingur veruliga fer at bjóða KÍ upp til dans?

Flytingargluggin er enn opin, so spurningur verður sjálvandi reistur, um vit kunnu vænta okkum fleiri spælaraflytingar.

Okkara fótbóltsserfrøðingar koma eisini við sínari meting, hvussu kapping í ár endar frá 1-10.

Í seinna tímanum verður mett um fyrsta umfar í Betri Deildini.

Vit fara at tosa um nýggja kappingarleistin – við grundumførum og endaspæli, sum fyribils er sparkaður til horna hjá monnum, men er sett í verk í bestu kvinnudeildini.

Kappingin í næstbestu deildini hjá monnum byrjar eisini um vikuskifti, og hon sær í ár meira spennandi út, enn hon hevur gjørt leingi, nú fimm lið eru við í kappingini um uppflyting í Betri Deildina.

Vit fara at tosa um landsliðini hjá kvinnum og monnum, umframt leyst og fast um fótbólt.

Gestir í Fótbóltsskýlinum eru Heðin Askham, Heidi Lava Elgeirsdóttir og Jákup Ósá.

Vertur er Sigurjón Einarsson.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanst tú senda sms-boð til 559999.