Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup B: Vit vóru uppsettir at koma út við einum sterkum signali

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við liðskipararnar, Jákup Biskopstø Andreasen hjá KÍ og Karl Abrahamsson Løkin hjá ÍF um 6-0 (3-0) sigurin hjá KÍ á ÍF við Djúpumýru í Klaksvík: Vit spældu ein øgiliga góðan dyst, og vit vóru uppsettir at koma út við einum sterkum signali, slær Jákup fast. Karl staðfestir, at tað var ikki í hesum dystinum, at ÍF skuldi vinna stig, men heldur, at avrikið kundi verið munandi frægari.