Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dan: Vit burdu havt eina størri leiðslu í steðginum

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum trimum málunum B36 skoraði í 3-0 (1-0) sigrinum á B68 á Svangaskarði á Toftum. Hoyr eisini samrøðurnar Óli gjørdi við høvuðsvenjararnar. Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B68 staðfestir, at B68 var ikki har teir eiga at vera í dag. Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36 fegnast um sigurin, men heldur avgjørt, at B36 burdi havt eina størri leiðslu enn 1-0 í steðginum.

Myndir: Óli G. Samuelsen