Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tíðindafundurin hjá Håkan Ericsson, landsliðsvenjara í FSF-húsinum – beinleiðis á FM1 mánamorgunin klokkan 10

Tíðindafundurin hjá Håkan Ericsson, landsliðsvenjara, har hann tekur út hópin, ið skal spæla móti Liktinstein 22. mars og móti Danmark á leikvøllinum í Brøndby 26 mars verður sendur beinleiðis á FM1 – mánamorgunin klokkan 10, har Sigurjón Einarsson og Óli G. Samuelsen vera hjástaddir, og fara at gera samrøður.