Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Áki: Liðið ger tað sera gott í løtuni

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum HB-NSÍ 3-2 (2-0) í Gundadali. Hoyr eisini Heðin taka samanum dystin. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við Áka D. Samuelsen og Hanus Sørensen hjá HB, og við Klæmint A. Olsen hjá NSÍ. Áki heldur, at HB ger tað sera gott í løtuni, og Hanus heldur, at dysturin í dag í avriki minti um 3-2 sigurin á KÍ í stórsteypadystinum. Klæmint iðrar seg um, at HB fær mál upp á báðar sínar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, har hann heldur, at NSÍ-arnir ikki eru nóg neyvir. Annars fegnast Klæmint um aftur at vera heima í Runavík og spæla við NSÍ.

(Myndir: Trygvi Absalonsen)