Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr tíðindafundin í FSF-húsinum, samrøður við landsliðsvenjararnar og Arnbjørn Svensson og greining av 1. umfari í Betrideildini

Hoyr sendingina FM1 hevði beinleiðis frá FSF-húsinum. Vit hoyra 1) Framløguna og úttøkuna hjá Eyðuni Klakstein, U21-landsliðsvenjara, 2) Framløguna og úttøkuna hjá Håkan Ericson, A-landsliðsvenjara, 3) Samrøðu við Håkan Ericson, 4) Samrøðu við Eyðun Klakstein, 5) Samrøðu við debutantin, Arnbjørn Svensson hjá Víkingi og 6) eitt stutt fótbóltspanel við Eyðuni og Håkan um fyrsta umfarið í Betrideildini. Sigurjón Einarsson stóð fyri samrøðunum og fótbóltspanelinum. Tøkningur og myndir: Óli G. Samuelsen.

HOYR ALT HER: