Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Opið útboð: Burðardygg fiskivinna úr sunnum havi

NordForsk, granskingarstovnurin hjá Norðurlandaráðnum, lýsir eftir umsóknum til granskingarskránna "Burðardygg fiskivinnu úr sunnum havi"

“Burðardygg fiskivinna úr sunnum havi” er eitt av raðfestu málunum í arbeiðnum fyri at røkka Visjon 2030 hjá Norðurlendska Ráðharrastovninum.

Útboðið leggur dent á burðardygga fiskivinnu í sambandi við veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið. Endamálið er at kanna, hvussu fiskivinna ávirkar havumhvørvið, og hvørjar møguleikar fiskivinnan hevur fyri at minka árinið.

Skráin er ment í samstarvi millum luttakandi partarnar í útboðnum úr Estlandi, Íslandi, Danmark, Finnlandi, Føroyum, Noregi og Litava.

Føroyar eru sjálvstøðugur limur í Nordforsk og luttaka í útboðnum við egnari fígging. Føroyskir granskingarstovnar kunnu tí søkja um stuðul á jøvnum føti við granskarar úr hinum londunum.

Tilsamans 28 milliónir krónur eru leysar at søkja.

Umsóknarfreistin er 28. mai 2024.