Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Prostatabólkurin skipar fyri tiltaki

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 13. mars klokkan 19 til 21

Nú er tíðin komin, at vit hittast aftur. Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 13. mars kl. 19.00 til 21.00. Vónandi verða vit fjølmentir og nýggir luttakarir eru altíð vælkomnir.

Skráin fyri kvøldið:
– Drekkamunnur
– Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
– Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum 
– Hugnaløta okkara millum í bólkinum, har vit hava møguleikað at siga fram í orðum og deila sjúkuupplivingar seinastu tíðina, – og annað, ið vit kunnu prátað og tjakast um.
– Møgulig uppskot av evnum til komandi fund

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi mikudagin 13. mars kl. 12.00, á telefon 317959, send okkum ein sms á 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo. Tú kann eisini boða frá umvegis sosialu miðarnar hjá Krabbameinsfelagnum.

GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu, ið hevur ella hevur havt prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir við.