Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Politi ávarar um phishing álop á Facebook

Fleiri føroyskar fyritøkur eru í dag mál fyri teldusníkum, sum ígjøgnum phishing álop royna at stjala Facebook loginupplýsingar frá teimum, sigur Føroya Politi

Føroya Politi er úti við einari ávaring um phishing álop á Facebook.

Phishing ella fysking merkir, at onkur roynir at dreggja eftir upplýsingum við millum annað følskum teldupostum.

– Í einum innleggi frá einum Facebookbrúkara, sum kallar seg “Service Automation Standards” framgongur, at Facebook fer at deaktivera kontuna hjá fleiri navngivnum føroyskum fyritøkum, skrivar Føroya Politi.

Víst verður til eitt leinki, har brúkarin so verður biðin um at skriva inn loginupplýsingarnar til Facebook.

– Talan er tó ikki um eini boð frá Facebook, men um eitt phishing álop. Tí er tað umráðandi, at tú ikki skrivar tínar loginupplýsingar á síðuna, skrivar politiið.

Føroya Politi sigur, at endamálið hjá teldusníkunum er ofta at misnýta eitthvørt gjaldskort, sum er tilknýtt Facebooksíðuni hjá fyritøkunum. Hetta kann tískil eisini føra við sær ein stóran fíggjarligan miss fyri fyritøkuna.

– Um tú longu hevur givið teldusníkunum tínar loginupplýsingar, so verður viðmælt, at tú skjótast gjørligt tryggjar tína Facebook-konto, skrivar Føroya Politi.

Í teimum viðheftu myndunum sært tú, hvussu tey følsku boðini og phishing síðan sær út.