Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útlendsk prædikufólk í Føroyum viðfarin eftir skeivum mannagongdum í 20 ár

Danski útlendinga- og integratiónsmálaráðharrin viðgongur eftir áhaldandi spurningum frá Sjúrða Skaale, fólkatingsmanni fyri Javnaðarflokkin, at danskar lógir og mannagongdir av órøttum hava verið galdandi, tá tað kemur til útlendsk prædikufólk í Føroyum

Útlendinga- og integratiónsmálaráðharrin, Kaare Dybvad Bek, hevur nú viðgingið, at útlendingaráðið hevur fylgt mannagongdum uttan heimild seinastu 20 árini.

Síðan 2004 hevur útlendingaráðið sett sera strang krøv til skjalfesting hjá umsøkjarum, ið koma til Danmarkar at prædika. Harafturat var tað ein fortereyt fyri at fáa uppihaldsloyvi, at hvørki umsøkjarin ella familjan fingu almenna hjálp til uppihald. Hesar treytir vóru viðtiknar í Danmark, men standa ikki í føroysku útlendingalóggávuni.

Sambært útlendingaráðnum eru níggju føroysk mál viðgjørd eftir mannagongdunum í heimildarloysi. Av teimum níggju umsøkjarunum, sum hava søkt um uppihaldsloyvi sum ”religiøs forkynder”, hevur ongin fingið noktandi svar, og útlendingaráðið ætlar ikki at taka málini upp til endurviðgerðar.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, tók málið upp fyrst í oktober í fjør, eftir at katólski presturin Peter Fleetwood aftaná einans trý ár valdi at gevast við sínum virksemi í Føroyum, takkað verið strangu donsku reglunum. Tískil hevur einasta katólska samkoman í Føroyum, síðani Fleetwood fór, dúva uppá hendinga vitjanir av donskum prestum, sum hon eisini mátti áðrenn presturin kom til oyggjarnar.

Í eini samrøðu við katólska blaðið The Pillar tann fyrsta september í fjør segði bretski presturin, at hann mátti ráðleggja fleiri mánaðir fram í tíðina, tá hann skuldi ferðast úr Føroyum. Men tað, sum sleit mest uppá sinnið hjá útlendska prestinum undir síni tíð í Føroyum vóru tó ikki praktisku forðingarnar, men kenslan av at vera undir konstantum illgruna og yvirvøku frá donskum myndugleikum. Ítøkiliga vísti Fleetwood til “forkynderloven” frá 2016.

Tí spurdi fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin málaráðharran fylgjandi spurningar við útgangsstøði í Peter Fleetwood:

  • Mener ministeren, at forkynderloven fungerer efter hensigten? (§20 spurningur)
  • Mener ministeren, at forkynderloven begrænser religionsfriheden? (Nevndarspurningur)
  • Mener ministeren, at forkynderlovens indgreb er proportionale? (Nevndarspurningur)
Les eisini...  Betri letur Hondbóltssambandinum peningagávu

Í svarinum til Sjúrð Skaale segði málaráðharrin, at tað var “en misforståelse”, at danska forkynderloven hevði nakra ávirkan á umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum. Málaráðharrin vísti í hesum sambandi ítøkiliga til grein 10 í føroysku útlendingarlógini, sum heimild fyri noktandi svar. Henda greinin í føroysku lógini snýr seg tó als ikki um noktandi svar – harafturímóti er hendan greinin bert at finna í donsku útlendingalógini. Málaráðharrin segði altso í sama setningini, at danska lóggávan onga ávirkan hevði á føroysk mál, samstundis sum hann av óvart vísti til eina grein í donsku lóggávuni – ikki tí føroysku. 

Sambært kunning frá Føroyanevndini, eftir at Løgmálaráðið eisini hevur gjørt vart við málið, viðgongur málaráðharrin nú, at føroysk prædikufólk hava verið viðfarin eftir skeivum reglum: FÆU, Alm.del – 2023-24 – Bilag 19: Orientering om praksis i sager om opholds- og arbejdstilladelse for religiøse forkyndere m.fl. på Færøerne, fra udlændinge- og integrationsministeren / Folketinget (ft.dk).

Í viðmerkingunum hjá málaráðharranum stendur, at hann harmast um at útlendingastýrið av órøttum í gjøgnum so nógv ár hevur fylt ov skerpandi mannagongdum, og at hann biðjur bæði fólkatingi og føroyska løgmálaráðið um umbering.

Javnaðarflokkurin á Fóllkatingi