Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Námsfrøðingur til Barnagarðin í Gerðinum

Skopunar kommuna sóknast vegna Barnagarðin í Gerðinum eftir námsfrøðingum/hjálparfólki.

Skopunar kommuna sóknast vegna Barnagarðin í Gerðinum eftir námsfrøðingum/hjálparfólki. Talan er um eitt starv á 30 tímar í barnagarðsstovu at byrja 01. apríl 2024 til 11. juli 2025.

LÝSING AV STOVNINUM:

Barnagarðurin er ein stovnur, við einari vøggustovu og tveimum stovum til barnagarðsbørn. Harafturat umsita vit frítíðartilboðið á Herðuni, sum er fyri børn, sum ganga í 1. – 5. flokki.

Stovnurin er væl normeraður, og tíð er sett av til fyrireiking/eftirmeting.

Barnagarðurin liggur mitt í bygdini, og hevur stórt uttanumøki við nýggjum spæliplássi, og stutt er til náttúruna, sum vit brúka nógv. Haga, áir, vøtn, djóralív o.a.

Í ARBEIÐI OKKARA VERÐUR DENTUR LAGDUR Á:

• At virka í tráð við námsætlan stovnsins og námsfrøðilig stevnumið. 

• At møta barninum, har tað er í menningini

• Fría spælið

• Kropp og rørslu

• Mál og mentan

• Tvørfakligt samstarv

VIT VÆNTA AV TÆR:

• At tú ert fyrikomandi og samstarvssinnaður

• At tú kanst virka í tráð við námsætlan stovnsins

• At tú sært møguleikar fram um forðingar

• At tær dámar at vera úti í náttúruni

VIT KUNNU BJÓÐA TÆR:

• Eitt starv har kroppur, rørsla, fría spælið eru ein stórur partur av gerandisdegnum.

• Eitt starv har áhugin hjá einstaka barninum er í hásæti.

• Ein starvsfólahóp sum er samansettur av dugnaligum, glaðum starvsfólkum, sum eru við til at skapa ein góðan gerandisdag fyri starvsfólk og børn.

Ynskir tú at vita meira um starvið, er tú vælkomin at ringja til leiðaran, Conny S. Petersen á tel. 216202.

SETANARVIÐURSKIFTI:

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Fyri at verða settur í starv skal umsøkjari hava reina barnaváttan sambart Løgtingslóg um barna-váttanir (Barnaváttanarlógin)

Er hetta er nakað fyri teg, so send eina umsókn til: gerdinum1(at)office.fo í seinasta lagi mánadagin 25. mars 2024 kl 12:00.