Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elektrikari til Klima

Umsóknarfreistin er 14. apríl 2024.

Vit leita eftir einum dugnaligum elektrikara at byrja skjótast gjørligt. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv, har tú kemur at hava ein týðandi leiklut og verður við til at mynda Klima út til kundan.

Um starvið
Sum elektrikari hjá okkum kemur tú út til nógvar ymiskar kundar kring alt landið. Uppgávurnar verða m.a. at veita el-arbeiði og loysnir til vinnuna og at seta upp CTS skipanir.

Um teg
Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, at tú ert fyrikomandi, nærløgd/nærlagdur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil, og at tú ert útbúgvin elektrikari.

Setan
Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jens Kristian Haraldsen, stjóra, á tlf. 233 555.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 14. apríl 2024.

Umsókn við lívsrensli, prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til jkh(at)klima.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.