Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Barbara: Kunningin skal fylgja sjúklinginum

Ein afturvendandi trupuleiki hjá føroyskum sjúklingum, ið hava fingið viðgerð í danska sjúkrahúsverkinum er, at føroyska sjúkrahúsverkið ikki hevur atgongd til danskar sjúkrajournalir

Føroyska sjúkrahúsverkið hevur ikki atgongd til danskar sjúkrajournalir, og tað heldur Barbara Gaardlykke Apol, sum loysir Sjúrð Skaale av á Fólkatingi, er ein afturvendandi trupulleiki.

Hon vísir á, at føroyskir læknar kunnu eitt nú ikki seta seg inn í donsku viðgerðargongdina, áðrenn møguliga víðariviðgerð í Føroyum.

– Hetta kann hava við sær, at føroyskir sjúklingar sjálvir skulu bera víðari týdningarmiklar og torgreiddar upplýsingar, skrivar hon í tíðindaskrivi.

Tí havi hon sett donsku heilsumálaráðfrúnni, Sophie Løhde, spurning um málið.

– Eg spyrji, um hon er sinnað at arbeiða fyri einum betri samstarvi millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið, soleiðis at føroyska sjúkrahúsverkið fær atgongd til journalir hjá føroyskum sjúklingum eftir viðgerð í Danmark, skrivar Barbara Gaardlykke Apol í tíðindaskrivi.