Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maðurin við seinasta jarnlunganum er deyður 78 ára gamal

Paul Alexander livdi nærum alt sítt lív í einum andingartóli

Paul Alexander var bert seks ára gamal í 1952, tá hann gjørdist álvarsliga sjúkur við polio, barnalamning.

Hetta er ein sjúka, ið smittar illa, og ávirkar nervaskipanina í kroppinum. Í dag verður koppsett móti hesi sjúku.

Sjúkan hevði við sær, at Paul ikki var førur at anda sjálvur, so hann varð settur til eitt andingartól – einum sonevndum jarnlunga – og hesum var hann knýttur at restina av sínum lívi.

Hann er komin í Guinness heimsmetsbókina fyri at vera tað menniskja, sum hevur livað longst við einum jarnlunga, og hóast læknavísindin hevur havt við sær, at jarnlunga av hesum slag ikki longu verða brúktar, so ynskti Paul Alexander at vera knýttur at sínum andingartóli.

Hóast heilsustøðan var ring, so læt hann ikki hetta vera nakra forðing fyri at ferðast, gerast løgfrøðingur og skriva bøkur.

Paul Alexander doyði av krími orsakað av koronu mánadagin 11. mars, 78 ára gamal.

Her er ein samrøðu við Paul Alexander, ið er gjørd í 2018:

Longri grein um Paul Alexander og um jarnlungur kann lesast her http://gizmo.do/5YzAxdk
Paul Alexander dámdi eisini væl at mála, og hóast hann bert kundi mála við penslinum í munninum, so lá væl fyri hjá honum