Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FBF fingið nethandil

Nú kunnu øll bíleggja klæðini hjá flogbóltslandsliðunum á netinum.

Tað skriva flogbóltsambandið á síni Facebook síðu.

Í samráð við klæðnastuðulin ERREA, sum er umboðaður at ERREA Nordic, ber nú til hjá øllum flogbóltsfjepparum at bíleggja klæðini hjá flogbóltslandsliðunum, umframt annað eisini, á netinum.

Talan er um leikbúnar, upphitingarbúnar, ferðaklæði, jakkar o.a.

Bíleggjast kann frá heimasíðuni hjá FBF www.fbf.fo , har tú velur Nethandil í valmyndini (menu’ini), ella tú fert beinleiðis gjøgnum hetta leinki: http://fbf.fo/nethandil