Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frederik Holst váttaður í 07 Vestri

07 Vestur hevur skrivað undir sáttmála við spælara, sum hevur flottari CV og royndir enn flest aðrir útlendskir spælarar hava havt í føroysku kappingini

Fyrrverandi Brøndby-spælarin hevur leitað eftir nýggjum felag, síðan hann og rumenska felagið UTA Arad fóru hvør til sítt.

Men nú er framtíðin hjá 28 ára gamla miðvallaranum komin upp á pláss, tí 07 Vestur kunngjørdi í gjár, at partarnir hava gjørt sáttmála fyri hetta kappingarárið.

Heimasíðan hjá 07 Vestri skrivar, at Frederik Holst hevur nógvar royndir á hægsta stigi, og listin er sera langur: 

126 superligadystir fyri Brøndby
92 dystir fyri Elfsborg í bestu svensku deildini
28 dystir fyri Sparta Rotterdam í bestu niðurlendsku deildini
18 dystir fyri Lillestrøm í bestu norsku deildini
15 dystir fyri Helsingborgs IF í bestu svensku deildini
20 dystir í Europa- og Conference League 

Í 2012 var Holst einans 17 ár, tá ið hann fekk pláss í byrjanaruppstillingini hjá Brøndby. Tá var hann yngsti spælarin nakrantíð, sum byrjaði ein dyst fyri Brøndby. 

Í Brøndby spældi hann nærum hvønn dyst árini 2013-2017. 

Holst bleiv sum 16 ára gamal úttikin til danska ungdómslandsliðið, og hevur tilsamans spælt 73 ungdómslandsdystir fyri Danmark, harav 22 U21-dystir. 

– Talan er um ein sera aggresivan og hartarbeiðandi spælara. Hann spælir á verjukenda miðvøllinum og kann eisini spæla sum høgri bakkur. Vit gleða okkum at síggja hendan bóltsnillingin á vøllinum í Betri Deildini. Hjartaliga vælkomin, skrivar heimasíðan hjá 07 Vestri.

07 Vestur tapti 0-2 fyri Víkingi í fyrsta dysti í hesum kappingarárinum, og skal til Fuglafjarðar sunnudagin.

Felagsliðið í Vágum endaði á einum fimta plássi farna kappingarár.