Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vælafturkomin Trent

Tað sást væl aftur, at Trent Alexander-Arnold var við aftur. Tá Liverpool hevði trupult við at fáa mál í útidystinum móti Fulham, so mátti eitt frísparksmál til at loysa verjuna upp hjá mótstøðuliðnum

Liverpool er úti av evropeiskum fótbólt, saman við fleiri øðrum enskum feløgum. Men Klopp risti posan sunnudagin í útidystinum móti Fulham, og gjørdi fleiri broytingar og tað gav úrslit. Liverpool vann 3-1 á Graven Cottage við Salah á bonkinum.

Trent var við frá byrjan skoraði eitt framúr frísspark og bleiv eisini dagsins spælari.

Liverpool kann nú leggja trýst á Manchester City við einum sigri á Everton á útivølli mikukvøldið.

Á venjarafrontinum er ilt at siga hvat hendir. Ruben Amorin var seinast sæddur í London, har hann skal til samráðingar við West Ham, men eisini práta við umboð fyri Liverpool. Men journalisturin Ornstein hjá The Atlantic sigur, at Michael Edwards ikki er eins heitur upp á Ruben Amorin, sum onnur hava verið.

Sambært veddingafyritøkur er Arne Slot (Feyernoord) og De Zerbi (Brighton) nú favorittar at yvirtaka starvið.

Mourinho varð eisini sæddur til dystin móti Fulham sunnudagin. Kann tað vera eitt hint? 

Hvør verður næsti Liverpool venjarin?

Lurtið eftir Liverpool Radio á FM1 hvønn týsdag klokkan 16. Til ber at skriva eini boð ella koma við viðmerking inni á 559999.