Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldávaring ígongd á Pelagos í Fuglafirði

Talan var um tekniskan feil

Í gjár fór eldávaringin ígongd á uppsjóvarvirkinum hjá Pelagos í Fuglafirði

– Vit fingu eina fráboðan um, at eldávaringin var farin ígongd, men tað vísti seg, at talan var um ein tekniskan feil í virkinum, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Av øðrum tingum í løgreglufrágreiðingini fyri seinasta døgnið kann nevnast, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at grót var á vegnum millum Árnafjørð og Depil, men at Articon, ið er við í arbeiðnum at gera tunlar Norður um Fjall, fekk boð um at rudda grótið av vegnum.

SSP-deildin hjá Føroya Politi var eisini úti og vitjaði skúlar í gjár. Millum annað var SSP-umboðið hjá løgregluni í Runavíkar kommunuskúla og í skúlum í høvuðsstaðnum, har tosað var um ferðast á alnótini.