Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gerningsdreingirnir vóru undir 15 ár

Brutu inn og framdu herverk inni í Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum mánakvøldið

Mánakvøldið 11. mars varð boðað frá innbrotið á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, ið heldur til á Frælsinum í Havn.

Løgreglan kannaði málið mánadagin og týsdagin, og hevur í hesum sambandi skuldsett fimm ungar dreingir fyri hetta innbrotið, har eisini nakað av herverki er framt.

Tað var upptøkur frá vakmyndatólum, sum eyðmerkti dreingirnar.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at tað vísti seg, at allir dreingirnir eru undir 15 ár, og sostatt eru teir undir revsingaraldur.

Tosað hevur verið við dreingirnar, og aðrir myndugleikar kunnu koma upp á tal, men Føroya Politi sigur, at málið er avgreitt frá teirra síðu.