Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fjarhitin var 85 prosent grønur í 2023

Í fjør stavaðu 85 prosent av fjarhitanum frá Brennistøðini á Hjalla, avlopshita frá Sundsverkinum og frá Biogassverkinum Förka

Fjarhitafelagið er ein grønur orkuberi í høvuðsstaðnum, sum liggur væl á grønu kósini. Í 2023 veitti felagið teimum meira enn 1.800 brúkarunum í skipanini hita, har 85 prosent av heitaveitingini komu frá avlopshita.

56 prosent stavaðu frá Brennistøðini á Hjalla, 24 prosent komu frá avlopshita frá Sundsverkinum og 5 prosent vóru fingin til høldar frá biogassverkinum Förka. Sostatt komu 15 prosent frá oljuketlum í skipanini.

Sethús, raðhús og íbúðir, sum hava eina árliga nýtslu á 0-50.000 kWt, stóðu fyri 57 prosentum av samlaðu nýtsluni. Miðalstórir brúkarar, ið hava eina árliga nýtslu á 50.001-500.000 kWt, fevndu um 29 prosent av samlaðu nýtsluni, og stórir brúkarar, sum hava eina árliga nýtslu á meira enn 500.000 kWt, stóðu fyri 14 prosentum av nýtsluni tilsamans.

Í einum skiftistíðarskeiði, árini 2016-2023, meðan fjarhitin hevur verið nógv útbygdur, hevur partvíst verið neyðugt at brúka olju til fjarhita. Seks stórir oljuketlar vóru brúktir í fjarhitaskipanini, meðan ymisku økini í skipanini vóru bygd út og bundin saman. Tann seinasti av hesum oljuketlum var sløktur hálvan desember í fjør, tá ið bústaðirnir Undir Kongavarða vóru knýttir í skipanina.

Oljuketlarnir eru nú bert at taka til sum eykatrygd, um ikki nóg mikið av grønari orku fæst til høldar, ella um t.d. okkurt brek tekur seg upp í fjarhitaskipanini.

So hvørt sum elframleiðslan gerst grønari, fæst minni avlopsorka frá Sundverkinum, sum fer at framleiða minni elorku. Tí er neyðugt at menna nýggjar, grønar hitaloysnir í fjarhitaskipanini næstu árini. Næsta stigið er at útbyggja fjarhitan við einum elketli við goymslutanga, sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum.

Les eisini...  Kongavarði knýttur í fjarhitanetið

Fjarhitin verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometrar samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum, oman í Gundadal, ígjøgnum Steinatún, út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, eftir Landavegnum og heilt út Undir Kongavarða.

Fjarhitafelagið