Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Víkingur-HB beinleiðis á FM1 – Sendingin byrjar fríggjadagin klokkan 17.30

Fríggjakvøldið klokkan 18 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum Víking og HB í Sarpugerði í Norðragøtu. Sigurjón Einarsson sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, og við sær sum viðmerkjara hevur hann Jóan Paula Jacobsen. Sendingin byrjar klokkan 17.30. Fyrsta stóra korterið fara vit at umrøða EM-undankappingina hjá føroyska U17-kvinnulandsliðnum á heimavølli, har Letland, Georgia og Rumenia vera mótstøðuliðini. Vit fara at hoyra samrøðu við U17-landsliðsvenjaran, Eyðvør Jakobsen. Frá klokkan 17.50 verður sent beinleiðis úr Norðragøtu.