Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36-KÍ beinleiðis á FM1 leygardagin frá klokkan 16.55

Bólturin rullar á FM1 frá klokkan 15 leygardagin. Millum klokkan 15 og 16 verður sendingin Fótbóltsskýlið við Sigurjón Einarsson og Agnar Prestá endursend. Millum klokkan 16 verður B36-varpið við Boga Simonsen, B36-fjeppara og Eyðun Thorgeirsson, KÍ-fjeppara endursent. Klokkkan 16.55 eru vit beinleiðis úr Gundadali, har frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig og viðmerkjarin, Regin Sivertsen fara at siga frá dystinum millum B36 og KÍ. Vit fylgja eisini gongdini í dystinum millum NSÍ og Skála við Løkin í Runavík, ið byrjar klokkan 18.