Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eyðvør vónar U17-kvinnulandsliðið kann fáa ein sigur

Í døgunum 17. til 23. mars verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri bólki B3 í EM-undankappingini fyri U17 gentur. Umframt Føroyar sum vertsland, vera Lettland, Georgia og Rumenia eisini við í kappingini.

Leikdagarnir eru sunnudagin 17. mars, mikudagin 20. mars og leygardagin 23. mars.

Í samrøðu við Sigurjón Einarsson segði U17-landsliðsvenjarin, Eyðvør Jakobsen seg vera vónríka um, at tær fóru at megna at fáa ein sigur í kappingini.

Skráin fyri EM-undankappingina sær soleiðis út:

Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

Allir dystirnir verða vístir í Televarpinum, og á Youtube rásini hjá FSF.