Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fíggjarligur harðskapur á breddanum

Mánadagin skipaði norðurlendska ráðharraráðið fyri serfrøðingapallborði um fíggjarligan harðskap, ið varð hildin á ráðstevnu í ST

Mánadagin skipaði norðurlendska ráðharraráðið fyri serfrøðingapallborði um fíggjarligan harðskap, sum var á CSW68 í ST.

At liva í fíggjarligum ófrælsi avmarkar rættindini hjá kvinnunum, sum verða við undirlutan og læstar fastar í støðuni.

Evnið varð lýst úr fleiri ymiskum sjónarhornum. Harðskapur er altíð valdsmisnýtsla, og við fíggjarliga harðskapinum verður talan um enn eitt valdsamboð, ið eisini vísir seg sum sálarligur harðskapur. Hetta verður stýrandi á fleiri økjum, bæði heima við hús, í familjusamanhangi, í mun til útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar og ikki minst í møguleikanum at sleppa burturúr støðuni og byrja eitt lív, leyst av harðskapinum.

Í hvønn mun fíggjarligur harðskapur sæst aftur, hongur nevnt saman við mentanini, ið er ymisk í samfeløgum. Her er fólkaræði ein týðandi partur, men er tó ikki altíð nokk.

Kvinnurættindi í einum samfelagi spegla eisini støðuna við bæði vælferð, útbúgvingarstøði og valdsbýti. Og besta amboð móti hesum er at upplýsa og fáa skapt eitt mál fyri fíggjarliga og kynsbýtta harðskapinum, ið samstundis hongur tætt saman við kynsleiklutinum.

Tað er av týdningi, at okkara børn og ungu verða upplýst um hesa avbjóðingina, og um tað framkoma fólkaræðisliga samfelagi við einum jøvnum kynsbýti. Og ikki minni er ábyrgdin at hjálpa kvinnum, sum liva í fíggjarligum harðskapi, við hjálp til sjálvhjálp, soleiðis at tær megna at ríva seg leysar og standa á egnum beinum. Talan er um eitt samfelagsmál, sum eigur at vera loyst í einum samstarvi millum politikk, myndugleikar, NGO og samfelagið.

Orðstýrari fyri serfrøðingapallborðið var Karen Ellemann, forkvinna í Norðurlendska ráðharraráðnum.

Í serfrøðingapallborðinum sótu:

  • Evika Siliņa, forsætisráðfrú, sum legði fyri
  • Paulina Brandberg, javnstøðumálaráðfrúa í Svøríki, sum tók samanum
  • Anna Bjerde, virkisstjóri í Heimsbankanum
  • Fatim Diarra, limur í Ríkisdegum, Finnland
  • Iluta Lāce, stjóri í MARTA Centre, Latvia
  • Kari Helene Partapuoli, stjóri í Plan International, Norra
  • Lena Ag, stjóri í Jamstalldhetsmyndigheden, Svøríki
Les eisini...  Tíðindini kl. 17.00

Kelda: Almanna- og mentamálaráðið