Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sonni Ragnar fer heim

Stinni miðverjin og 07 Vestur hava gjørt sáttmála fyri hetta kappingarárið

Sterki landsliðsmiðverjin Sonni Ragnar Nattestad er uppvaksin í MB, men spældi tvey kappingarár við 07 Vestri, áðrenn FC Midtjylland bankaði upp á dyrnar og vildi hava miðvingin til Jútlands. Eftir nøkur ár uttanlands, vendi Sonni Ragnar heim til føroyskan fótbólt í 2022, men spældi síðan eitt ár við Dundalk í Írlandi, áðrenn hann tvey tey seinastu kappingarárini hevur spælt við B36.

Tað hevur leingi ljóðað, at samband hevur verið millum 07 Vestur og Sonna Ragnar, og í gjárkvøldið kunngjørdi felagið, at Sonni Ragnar Nattestad hevur skrivað sáttmála við felagsliðið í Vágum fyri hetta kappingarárið.

07 Vestur skrivaði soleiðis á sínum Facebook-vanga í gjárkvøldið:

Sonni Ragnar kemur heim

Í kvøld eydnaðist endiliga at fáa undirskriftina, sum vit hava bíða so leingi eftir, frá miðvinginum. Sonni Ragnar Nattestad hevur undirskrivað sáttmála við 07 Vestur. Síðan hann seinast spældi fyri okkum, er nógv vatn runnið í ánna.

Sonni Ragnar er ein miðverji við nøkrum fantastiskum eginleikum og royndum, sum heilt sikkurt fara at koma okkum til góðar.

Sonni Ragnar hevur spælt víða hvar. Tá ið hann fór frá okkum, byrjaði hann yrkisleiðina uttanlands við FC Midtjylland. Hetta var í 2013. Á yrkisleiðini hevur hann spælt við liðum sum AC Horsens, Aalesund, FC Fredericia og Vejle. Hann kom heim aftur til B36 í 2022, tá ið hann hevði spælt við Dundalk í Írlandi.

Føroyska landsliðið hevur eisini notið væl av hansara evnum. Sambært Faroesoccer hevur hann umboðað landsliðið 47 ferðir, umframt at hava umboðað U-landsliðini.

Vit gleðast um at fáa Sonna Ragnar heim aftur á Dungasand, og gleða okkum til mongu góðu løturnar saman komandi kappingarár.

Vælkomin heim, Sonni