Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein bilførari misti koyrikortið vesturi í Vágum

Løgreglan hevur kannað ferðsluna í høvuðsstaðnum og í Vágum

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at løgreglan hevur verið sjónlig í náttarlívinum í Havn, og har varð eitt fólk skuldsett fyri brot á skilhaldsreglar sunnunáttina.

Men tað er serliga ferðslan, sum løgreglan hevur kannað um vikuskiftið.

Í Havnini vórðu 40 bilar kannaðir leygarkvøldið og sunnumorgunin, har ferðin, rúsdrekkakoyring og annað bleiv kannað, og har var alt í lagi.

Men í gjár varð ein bilførari máldur at koyra alt ov skjótt millum bygdir vesturi í Vágum. Bilurin bleiv máldur at koyra 129 kilometrar um tíman, eftir at tiltikni prosentparturin var roknaður uppí, og tað hevur við sær, at bilførarin missir sítt koyrikort treytað, umframt eina bót, sum plagar at liggja um tær 2.000 krónurnar.

Tað merkir, at hesin bilførari má taka koyrikortið umaftur, tí ger hann ikki tað, so missur hann tað heilt.