Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grønlendskur trolari sokkin

Manningin varð bjargað og sigld til Sisimiut

Grønlendski trolarin Lomur fekk trupulleikar stutt fyri midnátt leygarkvøldið. Báturin tók brádliga nógvan sjógv inn, og skjótt gjørdist greitt, at mansskapið mátti av skipinum. Ein skjóttgangandi bátur hjá Grønlands Politi fekk menninir av skipinum og sigldi teir til Sisimiut sunnunáttina.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Tað vóru Arktisk Kommando og Grønlands Politi, sum skipaðu fyri bjargingini.

Royal Greenland upplýsir fyri Sermitsiaq, at alt mansskapið, sum taldi tíggju, hava tað eftir umstøðunum gott.

Sakk klokkan 03.51
Umboð fyri Royal Greenland upplýsir fyri Sermitsiaq, at alt gekk skjótt fyri seg. Manningin sendi út neyðkall klokkan 23.50 lokala tíð, har skjóttgangandi bátur hjá grønlendsku løgregluni sigldi út til Lóm og fekk manningina av skipinum, sum sakk klokkan 03.51 sunnumorgunin.

– Vit ynskja at takka løgregluni og hinum bátunum, ið vóru nærhendis, umframt Arktisk Kommando fyri teirra skjóta arbeiði og hjálp, sigur talskvinnan hjá Royal Greenland, Merete Lindstrøm, til grønlendska miðilin.

Royal Greenland er í samband við myndugleikarnar, sum nú skulu kanna hendingina.

Navnið Lómur er óivað føroyskt navn, sum skipið eisini kallaðist, tá tvøramaðurin Viggo Mortensen átti trolarin, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Í 2013 keypti Royal Greenland Lóm, sum er bygdur í 1988. Skipið er 43 metrar langt og 9,6 metrar breitt.

Tað eru grønlendingar og føroyingar, sum mannað skipið, ið hevur tvær manningar, sum hvør telur tíggju.

Ikki er greitt, um nakar føroyingur var umborð á Lómi, har manningin bleiv sigld til Sisimiut.