Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsta altjóða uppgáva sum FIFA dómarar

Móti ársenda í fjør gjørdist greitt, at tað bleiv Heini Ziskason Viðoy, ið skuldi taka plássið hjá Kára Jóannesarsyni á Høvdanum, nú hann gavst sum FIFA dómari. Nú er Heini, saman við Jógvan Breckmann, boðsendur til spennandi uppgávu

Fyri Heina Ziskason Viðoy og Jógvan Breckmann valdar stórur spenningur. Teir skulu nevniliga til sína fyrstu altjóða uppgávu, eftir at teir fingu tann framíhjárætt, at bera FIFA-merkið á bringuni. Í dag ferðast til úr Føroyum til Keypmannahavnar, har teir skulu víðari til Frankfurt. Úr Frankfurt skulu teir so til Beograd.

Teir skulu døma dystir í eini U17 EM undankapping fyri landslið, har hesi liðini luttaka:
Pólland
Kekkia
Bosnia og Herzegovina
Hvítarussland

Vit hava tosað við Heina, ið sær fram til at leiða sín fyrsta dyst sum altjóða dómari.
– Eg skal døma ein dyst millum Hvítarussland og Kekkia. Dysturin er 20. mars og eg eri sera spentur, sigur Heini, tá vit spyrja hann, hvør elddópur hansara verður.

Tá vit spyrja Heina, so er tað ein sera errin og eyðmjúkur dómari, ið leggur orð til.
– Eg eri sera spentur og sera errin, at vera komin hertil. Tá tað so er sagt, so síggi eg eisini álvaran í, at eg leggi væl frá landi, nú eg fari undir hesa stóru uppgávu.

Heini og Jógvan døma saman við dómarum úr Luksemborg, Armenia og Bosna og Herzegovina.

Teir báðir døma eisini, umframt fyrstanevna, hesar dystirnar:

23. mars: Kekkia – Bosnia og Herzegovina (Heini sum 4. dómari, Jógvan sum hjálpardómari)
26. mars: Kekkia – Pólland (Heini sum 4. dómari, Jógvan sum hjálpardómari)

Jógvan Breckmann byrjaði at døma í 2014 og Heini Z. Viðoy tók floytuna fram í 2016. Báðir eru teir ungir, men hóast sín unga aldur, hava teir, sambært FaroeSoccer.com, 613 dystir tilsamans.