Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nick Carter á OY Voxbotn 2024

- Ein heimsstjørna kemur til Føroya, siga fyrireikararnir av Voxbotni

Nick Carter kemur til Føroya at framføra øll Backtreet boys hittini! Hetta verður HEILT FANTASTISKT!

Hetta er eitt hál av teimum heilt stóru. Heimskendu Backstreet Boys hava bert konsertir í Las Vegas komandi mongu árini. MEN nú hevur Nick Carter júst avgjørt at leggja leiðina framvið Føroyar, fyri at geva okkum eina fantastiska konsert á OY Voxbotn 2024.

Vit kenna hann frá løgum sum ‘I want it that way’ og ‘Quit playing games with my heart’. Hesin harrin hevur ríkað kvinnuhjørtu líka síðan hann var tannáringur og áhugin fyri honum er ikki minkaður við árunum. Eftir ein steðg upp á sjey ár, hava fjepparir kring allan heim bíðað eftir, at hann ger sítt comeback. Og tað er nú!

Tað er gravgangur hjá fyriskiparum at fáa fatur á Nick, eins og tað er gravgangur hjá fjepparunum at fáa fatur á atgongumerkjum. Í Føroyum eru vit nú so heppin, at tað er eydnast okkum at sleppa uppí part. Nick Carter er nærum betri umtóktur enn nakrantíð og er tað sera stórt, at tað hevur eydnast Voxbotn at fáa hann til Føroya. Hetta kemur hann, í samband við hansara ‘Who Am I’ konsertferð í gjøgnum Europa, saman við orkestri sínum.

Hetta verður ein syngið við løta av teimum heilt stóru, tá løg sum ‘Everdybody’, Shape of My Heart’ og ‘As long as You Love Me’ fara at runga í býnum, mitt í Havn, saman við føroya besta fjepparaskara. Fyriskiparirnir vænta at hetta verður ein av orsøkunum til, at Voxbotn enn einaferð verður útselt í 2024.

Les eisini...  KÍ-Olimpia Ljubljana á FM1 frá klokkan 17.15 í dag

Frammanundan er greitt, at Justin Jesso, Peter A.G, Tobias Rahim og Gobs koma á ársins Voxbotn 2024. Hetta verður stórt!

Tryggið tykkum atgongumerki á www.ebillett.fo, í effo kring landið og í marknaðardeildini hjá sms.