Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórshavn Open og Faroe Islands Open – komandi vikuskifti verður dart í heimsflokki á Glasir

Higartil hava umleið 130 spælarar meldað seg til kappingarnar - harav eru 70 útlendingar. Tey koma úr Íslandi, Svøríki, Danmark, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Ungarn, Romenia og Bulgaria

Kappingin í ár er krútsterk, við fleiri spælarum, ið hava verið til HM í 2023.

Undanfarin ár hava bert útlendingar spælt seg til semifinalur og finalur hjá monnum og kvinnum, men kanska onkur føroyskur spælari klárar tað í ár.

Føroyskt dart hevur verið í stórari menning seinastu árini. Feløg og einstaklingar venja miðvíst og tað sæðst aftur í heimligu kappingini og í úrslitum hjá landsliðunum. Til dømis kann nevnast, at manslandsliðið gjørdist nr. 16 og kvinnurnar aftast saman við trimum øðrum londum, í EM í Spania. Eisini nøkur einstaklingaúrslit vóru framúr góð í somu kapping. Serliga var tað tá Jan McIntosh, ið spældi seg heilt fram í kvartfinaluna.

Higartil hava umleið 130 spælarar boðað frá luttøku til kappingarnar – harav eru 70 útlendingar. Tey koma úr Íslandi, Svøríki, Danmark, Onglandi, Skotlandi, Týsklandi, Ungarn, Romenia og Bulgaria.

Ímillum tey tilmeldaðu eru fleiri landsliðsspælarar úr Danmark, Svøríki og Íslandi.

Hjá monnunum eru fýra spælarar úr aktuella top 50 styrkilistanum hjá WDF, og hjá kvinnunum eru tríggjar av sama styrkilista. Hjá monnunum eru hesir John Scott UK, Edwin Torbjørnson SV, Matthew Edgar UK og Scott Waalters UK. Hjá kvinnunum er talan um Margaret Sutton UK, Maud Jansson SV og Gréta Tekauer HU. Her kann leggjast afturat at Gréta Tekauer úr Ungarn er í stórformi í løtuni. Hon hevur verið í heili fimm finalum síðan septembur. Dartáhugaði kennast kanska eisini við navnið Matthew Edgar. Hann er, afturat at verða ein framúrskarandi dartspælari, eisini kendur frá Edgar TV. Tað er hansara Youtube-rás, ið sendur alt møguligt um dart og dartkappingar.

Les eisini...  Próvhandan á Tekniska skúla í Klaksvík

Kappingarnar verða á Glasir leygar- og sunnudagin frá klokkan 11.00 á morgni til umleið kl 21:00 um kvøldið 23. og 24. mars.

Semifinalur og finalur byrja klokkan 19:00 og verða allar spældar í Atrium.

Sjónvarpsframleiðsla sæðst á stórskermi við legendariska stadionspeakaranum Kristian Joensen sum master callara.

Tað er ókeypis atgongd, og okkurt lætt etandi og drekkandi fæst til keyps eisini.