Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Teitur Christiansen høvuðsdómari í stórari altjóðari kokkakapping í Íslandi

Tað var sera stórur áhugi fyri fyrsta umfarið av Arctic Young Chef-kappingini, ið varð hildin í Íslandi, har føroyskur kokkur var høvuðsdómari

Um vikuskiftið skipaði NORA fyri fyrsta part av stóru norðuratlantisku kokkakappingini, Arctic Young Chef, sum er kokkakapping fyri kokkar yngri enn 30 ár, har bæði útlærdir kokkar og kokkalærlingar kunnu taka lut.

Vinnarin í Íslandi gjørdist 20 ára gamli Andrés Björgvinsson, sum við einum forrætti úr lambssíðu og einum høvuðsrætti við saltfiski og skyr hugtók dómararnar.

(Greinin heldur fram undir myndini)

Andrés Björgvinsson vann fyrsta umfar av Arctic Young Chef-kappingini

Høvuðsdómari í Íslandi var Teitur Christensen, sum vanliga er kokkur á Bitanum í Havn. Hann var hugtikin av kappingini, og er spentur til stóru altjóða kokkakappingina í Føroyum, sum verður hildin á Sjómannadegnum í Klaksvík.

– Eg vóni, at allir lærlingar og kokkar, sum hava aldur at vera við tekna seg, tí hetta er ein sera góður møguleiki at læra seg enn meiri. Eisini vóni eg at kappingin kann økja áhugan fyri kokkahandverkinum og kokkastarvinum í Føroyum. Tað verður spennandi at síggja hvat okkara fáa burturúr á Sjómannadegnum, sigur Teitur eftir kappingina í Íslandi.

Íslendskir miðlar, við RUV á odda, sýndu kappingini sera stóran áhuga og sendu frá kappingini bæði í útvarpi og sjónvarpi, umframt at helst best umtókta sjónvarpssendingin, Landinn, gjørdi heilt nógv burturúr kappingini í sending síni, sum verður send í íslendskum sjónvarpi komandi sunnudag.

Sera nógvir áskoðarar vóru og hugdu meðan kappingin var, og mett var, at eini 2.000 fólk vitjaðu á Menntaskólanum í Kópavogi, meðan kappingin var.

Næsta partur av stóru norðuratlantisku kokkakappingin verður í Grønlandi í mai, og síðan verður kokkakappingin hildin í Føroyum, sum verður tann 17. august á Sjómannadegnum í Klaksvík.

Les eisini...  Gekk ov illa í hond hjá TB eftir summarsteðgin

Seinasta innleiðandi kapping verður í Mosjøen í Noregi, og hon verður hildin tann 12. september.