Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Virkisvitjan hjá Grant

FM1 vitjar skrivstovuna hjá Grant í Vatnsoyrum í morgin

Í morgin frá klokkan 10 vitjar FM1 høvuðssætið hjá Grant, sum síðan stovnanina í 1968 hevur hildið til í Vatnsoyrum, har skrivstova og framsýningarhølið hjá felagnum eru.

Í meir enn eina hálva øld eru vindeygu gjørd í Vágum og seld um alt Føroyar. Bæði í Miðvági og á Vatnsoyrum hava felagið framleitt og ment dygdargóðar vindeygu og hurðar til tað føroyska veðurlagið, og stórar húsafasadur úr aluminiumi og glasi.

Síðan 2019 hevur felagið itið Grant – tað, vit áður kendu sum H-dygd og Aluplast, ið løgdu saman tá.

Tey fyrstu árini sum P/F Grant vóru tung, har tølini vóru reyð, men nú verður arbeitt móti at hava svørt tøl á botnlinjuni.

Hoyrið meira í sendingini í morgin frá klokkan 10, hvørji mál eru sett út í kortið og framtíðarútlit hjá fyritøkuni, ið hevur sítt høvuðssætið í Vatnsoyrum, men hevur umframt tað eisini ein framleiðslubygning í Miðvági.

Vertur er Óli G. Samuelsen.