Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu nýggj forkvinna í P/F Firum

Á aðalfundinum hjá P/F Firum varð Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu vald í nevndina fyri Kristoffur Laksá

Á aðalfundinum hjá P/F Firum varð Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu vald í nevndina fyri Kristoffur Laksá, sum ikki tók við afturvali.

Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Sunnvør sum forkvinnu. Hini í nevndini eru Turið Mørkøre, Niels Winther, Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen.

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum varar av P/F Firum. Umframt val av nevndarlimum og góðkenning av ársroknskapi 2023 var framløga um virksemið hjá felagnum á skránni.

Viðtøkurnar vórðu eisini broyttar soleiðis at felagið nú eitur P/F Firum við hjánavninum Fiskaaling.