Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Tele tendrar 5G tann 15. apríl

Mánadagin 15. apríl fáa viðskiftafólk hjá Føroya Tele og Nema atgongd til 5G. Tá tendrar Føroya Tele alment fyri nýggju farnettøknini

– 5G er ein týðandi partur av grundarlagnum undir talgilda samfelagnum. Vit síggja, at alsamt fleiri tól og tænastur verða knýtt at internetinum, og tí gleða vit okkum at tendra alment fyri 5G mánadagin 15. apríl.

Tað sigur Símun Skaalum, stjóri á FT Samskifti, í tíðindaskrivi, nú farnettøknin, sum bíðað hevur verið eftir í langa tíð, verður sett til.

Arbeiðið hjá Føroya Tele at skifta alt farnetið frá Huawei til Ericsson var liðugt um ársskiftið, og tá varð Nema eisini knýtt í sendistøðirnar hjá Føroya Tele.

– Avtalan millum Føroya Tele og Nema fevnir um javnbjóðis atgongd til sendistøðirnar, sum Føroya Tele eigur og rekur.

– Veitararnir hava atgongd til sama dekning, somu ferð og sama kapasitet, men samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina, sum stýrir produktum og tænastum. Hetta tryggjar framhaldandi kapping á marknaðinum, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivinum.