Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bjarni Hammer: Tað má koma eitt eyka skip inn á Suðuroyarleiðina

Løgtingsmaðurin heldur, at tað má eitt eyka skip til Suðuroyarleiðina, inntil undirsjóvartunnilin kemur. - Einki annað er virðiligt hjá øllum teimum, sum liva og virka í oynni. Øllum sum enn halda stand í okkara fantastisku oyggj, sigur Bjarni Hammer

– Okur eru góð við Smyril, livsæðrin hjá øllum, sum liva og virka í Suðuroynni. Smyril megnar tó ikki at røkja suðuroyarleiðina einsamallur. Tað skal eitt eyka skip inn á Suðuroyarleiðina.

Tað sigur løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin Bjarni Hammer í lesarabrævi.

Hann heldur, at tað má koma eitt eyka skip inn á Suðuroyarleiðina inntil undisjóvartunnilin til Suðuroynna kemur.

– Einki annað er virðiligt hjá øllum teimum, sum liva og virka í oynni. Øllum sum enn halda stand í okkara fantastisku oyggj, sigur hann.

Hann vísir á, at Smyril er gamal og slitin við regluligum maskinbrekum og avlýsingum sum fylgju.

Lesarabrævið hjá tingmanninum kemur í kjalarvørrinum av hendingini í morgun, tá 50 bilar stóðu eftir á Krambatanga, og fraktin, sum skuldi við Norrønu í gjár, slapp ikki norður, tí Smyril hevði maskinbrek.

Hartar landsstýrismannin
– Fraktskipið, sum hjálpti okum, bleiv sent aftur til Íslands, við teirri fylgju, at støðan stendur við og versnar. Tíverri, heldur Bjarni Hammer.

Hann sigur, at kommunurnar í Suðuroynni hava harðliga heitt á landsstýrismannin, Dennis Holm, um at fáa viðurskiftini í rættlag, og fleiri fundir hava verið, men Bjarni Hammer heldur, at landsstýrismaðurin hevur hongt seg fastan í, at man kann “planleggja” seg burturúr maskinbreki.

– Tað er sjón fyri søgn, at landsstýrismaðurin enn ikki hevur megnað at loysa hendan ovurhondsstóra trupulleikan. Tað er komið somikið at mørkum, at onkur má fáa loyst størsta samferðslutrupuleikan samfelag okkara hevur í dag, um landsstýrismaðurin ikki megnar tað. Hann vil tó fáa fullan stuðul, at røkka endamálinum frá okkum, sigur Bjarni Hammer.

Les eisini...  Fyrrverandi arbeiðsmaður í tunnilstoyminum: Allar sersømdir vórðu tiknar frá okkum

– Starvsfólkini umborð á Smyrli renna fyri lívinum fyri at veita framúr tænastu til ferðafólk, skunda farm í land og skunda annan umborð. Tað er blivið ógjørligt at halda ferðaætlanina, sigur tingmaður fyri Javnaðarflokkin