Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stórsteypadysturin hjá kvinnum KÍ-NSÍ – beinleiðis á FM1 frá klokkan 15.55

Klokkan 16 spæla verandi FM-vinnararnir, KÍ og verandi steypavinnararnir, NSÍ stórsteypadystin hjá kvinnum á Tórsvølli. Trygvi Absalonsen sigur beinleiðis frá dystinum, viðmerkjari verður fyrrverandi landsliðsmálverjin, Jóna Nicolajsen. Sendingin byrjar klokkan 15.55.