Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Etiska Ráðið: Øll eiga at hava atgongd til talgildar pallar

Etiska ráðið heitir við hesum á almennar myndugleikar um at tryggja, at øll fólk hava atgongd til talgildar pallar hjá tí almenna og hjá størri privatum fyritøkum, so sum bankum og tryggingum

Alt eftir hvørjum metingum ein hyggur at, so eru tað millum 14 og 22% av av íbúgvunum í vesturheiminum, sum hava avbjóðingar við at lesa (Evropa kommissiónin). Tó eru tað í summum evropeiskum londum munandi fleiri, ið hava avbjóðingar við at lesa, og skal ein døma út frá PISA úrslitunum, so liggja Føroyar helst nærri teimum londunum, har fleiri hava avbjóðingar við at lesa (Barna og útbúgvingarmálaráðið). Lesivanakanning 2017/18 staðfesti eisini, at føroysk børn lesa minni enn aðrastaðni (Rasmussen et al, s. 100), og hetta bendir eisini á, at støðan er verri í Føroyum.

Fólk kunnu hava avbjóðingar við at lesa eitt nú, tí tey eru orðblind, hava ADHD, eru sjónveik ella blind, hava summi sløg av menningartarni, ella tí at skúlagongdin ikki hevur verið nøktandi. Óansæð, hvør orsøkin er, so eigur tað almenna at tryggja, at øll fólk kunnu luttaka á jøvnum føti hvør við øðrum. Hetta kann ein tryggja við at hava skipanir á øllum talgildum pallum, sum lesa upp fyri fólki, og við at tryggja at talgildu pallarnir liva upp til nýggjastu WCAG krøvini, og lesi forrit harvið kunnu nýta pallarnar. Etiska ráðið hevur teirri fatan, at hetta eigur at tryggjast við lóg.

Núverandi støðan
Etiska ráðið hevur samskift við fleiri áhugafeløg og einstaklingar – eins væl og fólk, ið arbeiða innan økið – og tað er greitt, at støðan ikki er nøktandi tá um ræður talgildu pallarnar hjá tí almenna, ella tá um ræður privatar talgildar pallar, ið hava samfelagskritiskan týdning. Einstakir av nýggjaru pallunum hava gjørt góðar royndir at tryggja, at pallarnir eru atkomu vinarligir hjá øllum, og er hetta ein góð gongd. Støðan er betri tá um ræður hvørt heimasíður hava skipanir, ið lesa fyri fólki, enn tá um ræður at liva upp til WCAG krøv, men eisini her eru tað ov fá, ið hava upplestrarskipanir. Í summum førum kundu skipanirnar, sum stovnar hava, eisini verið meira brúkaravinarligar.

Les eisini...  Hoyr málini, VAR-støðuna við reyða kortinum og samanumtøku hjá Heðini Askham

Etiska ráðið kann leggja afturat hesum, at teir stovnar vit hava vent okkum til, hava verið jaligir um at betra atkomumøguleikarnar á heimasíðum teirra – og onkur hava boðað frá, at tey longu eru farin undir at betra um atkomumøguleikarnar. Hetta fegnast vit um.

Tó, at tey Etiska ráðið hevur tosað við, eru av teirri fatan, at støðan sum heild er betri nú, enn hon hevur verið fyrr, so er tað framvegis ikki óvanligt, at stovnar og fyritøkur velja at ikki raðfesta atkomu, tó at tey fáa áheitanir um at gera tað. Í nógvum førum, har ein hevur gjørt nakað fyri at tryggja atkomu, so ger ein tað einans lutvíst, og tað kann t.d. vera torført at nýta formularar, lesa PDF skjøl, ella avbjóðingar kunnu vera við at fáa forrit, ið skulu hjálpa fólki, at rigga ordiliga á pallunum.

Etiska ráðið hevur ikki arbeiðsorku at gjøgnumganga allar almennar pallar, men teir tilvildarligu pallarnir, vit hava hugt at, samsvara við tað, ið áhugafelagsskapir og einstaklingar hava borið fram.

Hetta kann hava við sær, at hjá nógvum fólkum er tað í praksis ógjørligt at nýta talgildu pallarnar sjálvstøðugt. Tað er í sjálvum sær ikki nakað, ein kann verja úr einum etiskum sjónarhorni, at øll ikki kunnu nýta pallarnar sjálvstøðugt, ið ynskja tað. Serliga ikki, um ein hevur í huga, at meira konservativu metingarnar siga, at talan er um 15 – 20% av føroyingum, ið hava avbjóðingar at lesa uttan hjálp frá tøkni. Tað blívur tó av álvara etisk ivasamt, tá ein hevur í huga, at fleiri av ítøkiligu dømunum, Etiska ráðið er kunnað um, snúgva seg um fólk, sum fáa sera privat talgild boð frá tí almenna ella fyritøkum, og eru noydd til at fáa onnur at lesa hesi boðini fyri seg. Tað er ikki rætt.

Les eisini...  Norðurlandadagurin verður leygardagin 23. mars

Harumframt er tað eisini ein grundleggjandi rættur, ið allir borgarar eiga at hava, at kunna fylgja við í samfelagskjaki og leita fram vitan. Liva pallarnir ikki upp til WCAG krøv, so hava øll ikki hendan rætt í praksis. Hetta kann eisini vera ein avbjóðing, tá um ræður talgildar spurnakanningar og líknandi, at ein stórur partur av fólkinum ikki hevur møguleikan at luttaka, og vitanin vit fáa um føroyska samfelagið tískil er misvísandi. Sannlíkt hevur hesin bólkurin av fólki t.d. størri avbjóðingar og verri heilsu enn onnur, og kunnu kanningar tí geva eina skeiva fatan av, hvør framtíðartørvurin á tilboðum og tænastum verður, ella hvørt tilboð og tænastur yvirhøvur rigga sum ætlað, tá um ræður tann bólkin av fólki.

Lógartryggjað atkoma
Etiska ráðið hevur fyrr víst á í hoyringsskrivi til Uppskot til løgtingslóg um almennu talgildu postskipanina Mínboks, at ein átti at lógartryggja rættin til atkomu í tí lógaruppskotinum. Svarið frá Fíggjarmálaráðnum var tá:

“Heldur enn at seta hetta inn í hesa løgtingslóg um Mínboks, so átti tað at verið nágreina nærri, um ikki skilabetri hevði verið,at smíða lóg um atkomu fyri allar borgarar til almennar heimasíður og appir. Fyri at WCAG skal virka í praksis er neyðugt við serkønum fólki til at vegleiða um hetta umframt at eftirlit má verða við um heimasíður og app liva upp til krøvini.” (Fíggjarmálaráðið, s. 6).

Etiska ráðið er samt í hesi niðurstøðuni og leggur afturat, at lógin eisini átti at fevnt um størri privatar fyritøkur (serliga tær samfelagskritisku, so sum tryggingar og bankar). Talan er um ein so mikið stóran part av fólkinum, sum í veruleikanum ikki hevur atgongd til talgildar pallar, sum støðan er, at ein eigur at lógartryggja hendan rættin. Lógin eigur at tryggja, at allar nýggjar heimasíður hjá almennum stovnum og størri privatum fyritøkum skulu fylgja nýggjastu WCAG krøvunum, og at innanfyri eitt ávíst áramál, mugu heimasíður liva upp til hesi krøvini. Talgildi heimurin hevur í langa tíð spælt so stóran leikluti í lívinum hjá fólki, at atkoma á teimum pallunum átti at verið tryggjað fyri fleiri árum síðani.

Les eisini...  Miðnám skal hava betri fosturtøkutilfar

Liva meira einføldu heimasíðurnar upp til WCAG standardir, so hvørt, sum tær verða skiftar út, so er hetta ikki ein stór meirútreiðsla. Hinvegin slepst ikki undan, at tað kostar nakað meira, tá talan er um størri og meira kompleksar skipanir, men tað er ikki ein so stór útreiðsla, at hon rættvísger, at ein heldur velur skipanir, ið ein fimti partur av fólkinum ikki kann brúka.

Tískil heitir Etiska ráðið á politisku skipanina at fara undir at lógartryggja atkomu á almennum og størri privatum talgildum pallum. Hetta eigur at gerast á ein slíkan hátt, at ein so við og við tryggjar, at nýggir talgildir pallar liva upp til nýggjastu WCAG krøvini. Dagførir ein ikki krøvini so hvørt, sum tøknin mennist, og nýggir talgildir møguleikar mennast, so er vandi fyri, at eftir nøkur ár er ein aftur í somu støðu. Er skotbráið at tryggja atkomu á talgildu pallunum rímiligt, so eigur hetta ikki at leggja óneyðuga stórar byrður á hjá teimum, ið verða fevnd av lóggávuni.

Vegna Etiska ráðið
Bergur Debes Joensen, formaður
Regin Berg, fakligur skrivari