Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Búskaparráðið: Kvotur heldur enn fiskidagar

- Heimaflotin er komin til eitt markamót, og neyðugt er at gera eina haldgóða ætlan fyri, hvussu heimaflotin gerst burðardyggur, so hann gevur íkast til búskapin, sigur Búskaparráðið millum annað í várfrágreiðing sínari

– Serliga toska- og hýsustovnarnir undir Føroyum eru staðbundnir stovnar, og tað sum hvørt ár verður tikið úr stovnunum, hevur sjálvsagt ávirkan á støddina á stovnunum. Tí hevur veiðitrýstið týdning fyri støddina á tí varandi ískoyti, sum fiskastovnarnir kunnu geva føroyska búskapinum.

Soleiðis sigur Búskaparraðið millum annað í várfrágreiðing sínari.

Búskaparráðið sigur, at endamálið við at avmarka veiðitrýstið er fyrst og fremst, at fiskastovnarnir skulu geva størst møguligt búskaparligt avkast til samfelagið í langa høpinum.

– Á myndini (mynd 4.7 niðanfyri, jour.) sæst, at søguliga hevur veiðan av toski í miðal verið áleið 25.000 tons. Vánalig umsiting av toskastovninum, kann verða grundin til, at toskastovnurin er søguliga lítil, og at veiðan av toski undir Føroyum seinastu árini bert hevur ligið um 5.000 tons. Við øðrum orðum fara stór samfelagslig virðir fyri skeytið á hvørjum ári, møguliga orsakað av óskynsamari umsiting, sigur Búskaparráðið.

Ráðið heldur, at stóra talið av óbrúktum fiskidøgum, er eitt tekin um, at skip ikki mangla fiskidagar, og at tað so at siga altíð er møguleiki fyri at fara út at fiska meira. Tí kann skipanin sum botnfiskaflotin verður stýrdur við, verða lýst sum frítt fiskarí, ið hvørki er skilagott lívfrøðiliga ella búskaparliga.

– Tað kann vera torført at gera eina eintýdda niðurstøðu um, hví støðan hjá eitt nú toskinum er so ring. Fleiri lívfrøðiligar grundir kunnu vera til hetta, men eisini kann ovurfiskarí verða grundin. Lívfrøðiligu umstøðurnar kunnu vit ikki beinleiðis stýra, men hvussu nógvur fiskur verður tikin úr stovninum á hvørjum ári, kann og eigur at verða stýrt. Búskaparráðið metir tað vera meira skynsamt at hava kvotur, heldur enn fiskidagar, so mark kann setast fyri nøgdina, ið verður fiskað. Sum tað minsta, eigur eitt hámark fyri veiðuna at verða ásett, eitt sokallað TAC (total allowable catch), fyri at tryggja at lívfrøðilig hámark vera hildin, sigur Búskaparráð Føroya millum annað í várfrágreiðing sínari.

Les eisini...  Búskaparráðið: Null nettofráflyting ger haldførið eitt vet betri

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Kelda: Búskaparráð Føroya