Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fylti sær tangan uttan at gjalda

Nú fer løgreglan at tosa við viðkomandi

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at ein bilførari hevur fylt sær tangan tvær ferðir nú í mars uttan at gjalda.

– Støðirnar hava góð vakmyndatól, og vit vita, hvør bilurin er, so nú fara vit at tosa við eigaran av bilinum, ið kann vænta sær at verða skuldsettur fyri bensinstuldur, sigur vaktleiðarin.

Hendingarnar eru farnar fram í høvuðsstaðnum.