Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Herverk á gistingarhúsi í Havn

Talan er ikki um innbrot, men at viðkomandi “hevði skaffað sær atgongd til gistingarhúsið”, sigur løgreglan

Gjáramorgunin fekk Føroya Politi eina fráboðan um, at eitt fólk hevði framt herverk á einum gistingarhúsi í høvuðsstaðnum.

In.fo sigur seg vita, at herverkið er framt í Hotel Tórshavn.

– Ein stórur rútur hevði fingið skaða, men tað er lætt og skjótt at skifta út. Viðkomandi hevði skaffað sær atgongd til gistingarhúsið, men talan er ikki um innbrot, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.

Tá løgreglan kom á staðið, so vísti tað seg, at viðkomandi, ið hevði framt herverkið, enn var á gistingarhúsinum, og viðkomandi er nú skuldsettur fyri herverkið.