Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innbrot í FK í Klaksvík: Tveir mans skuldsettir

Millum annað upptøkur frá vakmyndatólum hevur hjálpt politiinum í kanningararbeiðnum

Innbrot hevur verið í FK í Klaksvík sunnunáttina, og í gjár sóknaðist løgreglan eftir vitnum, sum kanska høvdu sæð eitthvørt illgrunasamt sunnunáttina, har tann eini brotsmaðurin var ílatin eina málaradrakt.

Løgreglan sigur, at ein størri peningaupphædd er blivin stolin.

Men umframt tað, so hevur løgreglan eisini gjørt kanningararbeiði, og tað hevur eftir øllum at døma borið frukt, tí í dag eru tveir mans skuldsettir fyri innbrotið.

Tað skrivar Kringvarpið.

Tað var undir kanningunum, at løgreglan fekk illgruna til menninar, sum nú eru skuldsettir, men ikki varðhaldsfongslaðir. 

– Løgreglan hevur tryggjað spor, sum eitt nú videoupptøkur og annað, og arbeitt verður nú víðari við at kanna og gjøgnumganga hesi spor, sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, við Kringvarpið.