Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ummæli: “Nú vísir seg Rutt uttan filtur”

Bjarni Árting Rubeksen sýnir fram 21 fotoverk í Víngarðinum í Havn. Høgni Mohr, rithøvundur, ummælir framsýningina

Høgni Mohr ummælir fotoverkframsýningina hjá Bjarna Árting Rubeksen:

Tá ið Jay Leno gavst sum legendariskur vertur í sendingini, “The Tonight Show”, takkaði hann við relativari gráturødd teimum, ið høvdu gjørt hann til stjørnu:

“Eg slapp at arbeiða við ljósfólkum, sum fingu meg at síggja betur út, enn eg veruliga geri. Eg slapp at arbeiða við ljóðfólkum, ið fingu meg at ljóða betur, enn eg geri (…) og við mongum øðrum gávuríkum menniskjum, sum fingu meg at tykjast nógv klókari, enn eg veruliga eri.”

Allir teir myndamenn og tøkningar, sum eg, Høgni, havi havt tann fullkomiliga óuppiborna heiður at arbeiða saman við – og viðhvørt skapa list saman við – fylla tað sama í mínum hjarta sum tey, ið Jay Leno nevndi, tá ið hann takkaði fyri seg.

Tit skapa mýturnar. Uttan tykkum var mann tað einki, mann í roynd og veru er.

“Tað er onkur góðskað grund til, at stillmyndirnar hjá Bjarna als ikki standa stillar. Ja, hví upplivi eg verkini hjá Bjarna sum nakað heilt annað enn tey hjá øðrum góðum fotografum?” – Høgni Mohr, rithøvundur

Millum hesi nevniverdu fólkini er Bjarni Árting Rubeksen. Ninja-cutter from TV. Og nú meistarin, tá ið tað kemur til stakmyndir.

Í loftbornari myndamiðling í landinum, Føroyum, er Bjarni er eitt slag av Forrest Gump. Ak tú endiliga aftur og fram eftir sjónvarpsslóðini millum nú og fýrsini; tú rennir teg í Bjarna allastaðni.

Meira áhugavert er, at Bjarni hevur hálsað um, so tað stendur eftirí.

Tað er onkur góðskað grund til, at stillmyndirnar hjá Bjarna als ikki standa stillar. Ja, hví upplivi eg verkini hjá Bjarna sum nakað heilt annað enn tey hjá øðrum góðum fotografum?

Jens Jákup Hansen, sum eisini hoyrir til tey útvaldu, segði, at hann sær Bjarna sjálvan í øllum myndunum. Tað er rørslan hjá Bjarna, Jensjáku meinar við. Eyðkendu hirsini. Mong ár sum reportasjufotografur í sjónvarpinum eru sjóðað niður í svart-hvítar frásagnir.

Soleiðis eru fotoverkini svørt hol av skærari orku. Bjarni er lopin av einum tvísporandi arábaragreðingi á trífóti yvir á lágbeintan, hondhilnan pony, ið eitur Sony. Men ferðin er tann sama. Tað er so mín frágreiðing: Myndirnar hjá Bjarna Árting Rubeksen eru ein samantrýsting av tí, sum maðurin hevur upplivað eitt langt arbeiðslív.

“Mær dámar hvørki ferniseringar ella frumsýningar, har fólk koma til tess at verða sædd heldur enn at síggja. Men á bróstunum hjá Elsu Mariu Olsen, sum eigur Víngarðin, smokkaði hetta prinsippið saman hendan hátíðardag hins Bjarna.” – Høgni Mohr, rithøvundur

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Nýsælandi, Helen Clark, varð rópt: The Lady with the wooden teeth. Hon beit frá sær, men bitið var nóg bleytt til ikki at vera deyðiligt.

Les eisini...  "Liv uttan harðskap" latin upp alment

Eg havi altíð hildið, at Helen Clark og listaummælarin, Kinna Poulsen, minna um hvørja aðra í so máta.

Hesumegin jørðina læt Bjarni damuna við trætonnunum fáa 50 myndir. Hann bleiv kureraður niður á 21.

Kurator er altíð áhugaverdur. Hví velur hann, sum hann ger? Um ein annar var kurator, hevði hann kosið hinar myndirnar ístaðin? Eg hevði vilja sæð myndirnar, sum Kinna vrakaði – um ein kann brúka tað orðið.

Eg skal so upplýsa, at eg datt beint foto-felluna hjá Bjarna og Kinnu og keypti tvær myndir.

“Handverk er viðhvørt list. List er altíð handverk.” – Høgni Mohr, rithøvundur

Mær dámar hvørki ferniseringar ella frumsýningar, har fólk koma til tess at verða sædd heldur enn at síggja.

Men á bróstunum hjá Elsu Mariu Olsen, sum eigur Víngarðin, smokkaði hetta prinsippið saman hendan hátíðardag hins Bjarna:

Nettupp livandi politikarnir í meira og minni spentum støðum – í løgtinginum, á gamla apoteki og á Brandan – hugtaka meg.

Eg kenni Bjarna aftur í myndunum, sum Rammu-Karl hevur klætt við karmi úr eik og savnsglasi. Hugsi, at Bjarni var handverkari, og at hann enn er handverkari. Men við handverkinum inniundir er hann blivin til meira, um nakað er oman fyri handverk. Ið hvussu er, ber ikki nógv til uttan handverk. Handverk er viðhvørt list. List er altíð handverk.

Á, hann sýnir so vakran áhuga. Bjarni er bergtikin av øllum. Hann hevur ment hetta síðan 1984. Ta mestu tíðina hevur hann brúkt við einum illtungum A-myndatóli til sjónvarp – ofta uppi á økslini. Eg rokni við, at hann hevur ilt onkrastaðni.

Les eisini...  Serframsýningin "Í skugganum" letur upp Mentanarnáttina

Eg geri ta niðurstøðu, at Bjarni hevur sæð so nógv millum ár og dag, at hann vil broyta. Avfiltrera. Ein og hvør, sum er við sínu fullu fimm og hevur eygleitt reiðiliga rein menniskju stíga inn í skitnar skipaninir sum ta politisku og partvís ta vinnuligu, fer at leingjast eftir tí ektaða; tí menniskjansliga. Tann longsilin sæst gjøgnum linsuna hjá Bjarna. Bjargarin ynskir at finna menniskjað aftur niðri í rottangunum.

“Og, eg eri keddur av at siga tað – aftan fyri ein og hvønn harðrendan politikara er altso eitt menniskja. Tú jagstrar ein politikara, men fangar eitt fólk.” – Høgni Mohr, rithøvundur

Men fólk, altso vit, hava eisini egoistiskan tørv at vera empatisk, nú ið livibreyðið fyri ein part er at jagstra sokallaða valdið. Og, eg eri keddur av at siga tað – aftan fyri ein og hvønn harðrendan politikara er altso eitt menniskja. Tú jagstrar ein politikara, men fangar eitt fólk:

Rutt Vang stígur út í trappugongina í løgtinginum við nýskrivaðum samgonguskjali. Mann sær rørsluna í hurðakarmi og konu. Hon er tann ektaða Rutt. Ja, sum ein serutt, ið bert fæst uttan filtur.

Jørgen Niclasen var eisini eitt jagstrað menniskja. Her er hann álvarsamur og sannur. Hevur hann kvøl? Ja. Hevði tú ikki eisini havt tað?

Ein, sum mann sigur í dag, ið “ber Downs Syndrom”, heldur í eini luftballón. Ballónin fer undan vindinum á myndini og endar sum høvd hjá einum normalum persóni. Hvør er nú tómur?

Kravgongur eru. Í Tinganesi og Tórsgøtu, har fólk skimast uttan úrslit. Tað snýr seg um at verja litt lív. Litt lív, ið eftir øllum at døma einamest eru til í talgeldum, føroyskum heilum.

Ein ærlig hospitalsmynd minnir meg á miðøldina, vit eru endað í. Myndin sementerar bardagan hjá okkum dokumentaristum móti nýggju miðøldini. Dagsins afturhald ger, at vit eru um at hvørva. Tað autentiska menniskjað er longu horvið úr miðlunum. Og tað eru menniskju sjálv, ið sletta seg sjálv. Myndin hjá Bjarna hevur sostatt fleiri palliativ perspektiv.

Høgni Hoydal kláar sær í nakkanum. Eisini tað kann ein liva seg inní. Tú fært ikki empati við politikaranum, men við menniskjanum – ið marvar seg sjálvt burtur.

“Tað autentiska menniskjað er longu horvið úr miðlunum. Og tað eru menniskju sjálv, ið sletta seg sjálv. Myndin hjá Bjarna hevur sostatt fleiri palliativ perspektiv.” – Høgni Mohr, rithøvundur

Eg veit ikki, um myndirnar hjá Bjarna eru list í elitera høpinum, sum ein fín fernisering er. Eg spyrji kanska: Er tað gott? Ella er tað list?

Les eisini...  Simona Halep fingið fýra-ára leikbann fyri doping

Eg haldi, at dýpið er størri enn tað, vit eru farin at kalla list. Fleiri fasettir eru í úttrykkinum hjá Bjarna enn, at ein kann kalla tað list – sum list verður skilmarkað í filtreraða landinum, Føroyum; okkara sundurlyntu familju við egnum flaggi.

Eg kann ikki grundgeva fyri hesum. Argumentini eru intutivt funderað.

Í røðu síni á ferniseringini, sum var leygardagin klokkan trý, karikeraði Kinna Poulsen mannin, Gerhard Lognberg. Á eini mynd hjá Bjarna poserar Gerhard sum sigurharri niðri á botni í Sandoyartunlinum.

Kinna segði:

“Myndin av borgarstjóranum í Skopun, sum er tikin beint eftir, at hann (við grindaknívi!) skar snórin í Sandoyartunlinum, er serlig. Sjónarhornið er eitt sindur lágt, so at tann portretteraði maðurin veksur í vavi. Hann er í fínum føroyskum klæðum og stendur mitt í myndini við ørmunum upp í loft. Høvdið er eitt sindur afturá, og munnurin er afturlatin við einum elalítlum, stoltum brosi, sum er hann meira enn væl nøgdur við støðuna og sín egna leiklut í hesi støðu.”

Í mínum eygum er Gerhard heldur tann veruligi undirgrundskongurin; ikki tann, ið vit altíð skulu taka fram og gera gjøldur burturúr. Gjøgnum linsuna hjá Bjarna eru nevniliga nógv fleiri fasettir.

So, eg var ikki heilt samdur við Kinnu.

“Í mínum eygum er Gerhard heldur tann veruligi undirgrundskongurin; ikki tann, ið vit altíð skulu taka fram og gera gjøldur burturúr. Gjøgnum linsuna hjá Bjarna eru nevniliga nógv fleiri fasettir.” – Høgni Mohr, rithøvundur

Og so kom Kinna yvir til mín við einum kaffimunni. Tað kendist fjálgt og menniskjansligt. 

Tað er vakurt at sameina og bróta niður mørk millum menniskju, ið eru um at hvørva.

Gerhard Lognberg, Bjarni Árting Rubeksen framsýning