Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lastbilur rullaði á bilin sum var komin lastbilinum til hjálpar

Rúturin á hjálparbilinum brotnaði

Í gjár mátti ein lastbilur hava hjálp, eftir lastbilurin fekk trupulleikar við luftskipanini, ið hevði við sær, at bremsan sló til og akfarið fekk ikki koyrt.

Ein hjálparbilur kom á staðið og setti eina slangu til, so lastbilurin kundi koyra aftur.

Men har ein skriða er lopin, er onnur væntandi, tí tá lastbilurin koyrdi avstað niðan eina brekku, so brast slangan og lastbilurin rullaði aftur á hjálparbilin, ið koyrdi aftanfyri, har so rúturin brotnaði.

– Lukkutíð stóðst ikki størri skaði av óhappinum, tí hetta kundi verið nógv verri, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi.