Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skarv letur aftur

Føroyska “ambassadan” í Keypmannahavn, Skarv, læt upp í 1975, men nú endar eitt føroyskt kapittul í náttarlívinum í Keypmannahavn

Í nærum eina hálva øld hevur Skarv verið skeinkistaðið hjá føroyingum í Keypmannahavn, men leygarkvøldið 18. mai hevur Skarv opið fyri seinastu ferð.

– Hetta hevur verið ein sera trupul avgerð at taka, men nú er hon tikin. Skarv steingir, sigur Siri Thorsteinsson við in.fo, sum síðan 2015 hevur rikið staðið.

Tað var Dánjal Petur Thorsteinsson, ið læt Skarv upp í 1975, eftir at hann var lagstur upp á land, eftir ein skaða í rygginum, so hann mátti gevast sum sjómaður.

Korona ávirkað raksturin
Siri Thorsteinsson sigur, at korona hevur órógvað Skarv illa, og tað hevur verið tungt hjá fyritøkuni at koma fyri seg aftur.

Eisini sigur hon, at inflatiónin hevur havt við sær, at allar útreiðslur eru hækkaðar, leigan er sett nógv upp, men inntøkurnar hava ikki fylgt við, hóast tey hava stríðst fyri at fáa tað at bera til.

– Eg havi verið treisk – kanska treiskari, enn eg skuldi – og eg havi stríðst við at fáa tað at bera til seinastu tvey árini. Eg havi sæð stórt virði í Skarv. Ikki bara sum eitt skeinkistað og ein forrætning, men sum ein part av tí føroyska samleikanum – serliga her í Danmark. Skarv hevur ikki bara verið eitt skeinkistað, tað hevur næstan verið eitt føroyskt mentanarstað í Keypmannahavn, sigur Siri Thorsteinsson við in.fo.

Selt til danska fyritøku
Stóra fyritøkan Jeudan eigur bygningin, har Skarv hevur hildið til, og ein donsk fyritøka hevur yvirtikið leigumálið, og fer at gera eitt nýtt skeinkistað í Pilestræde nummar 43, sum tó ikki fer at hava nakað tilknýti til føroyingar ella føroyska mentan.

Les eisini...  Nær kunnu vit útflyta føroysk ross?

Leygardagin 18. mai hevur Skarv opið fyri seinastu ferð. Tá verður móttøka um kvøldið, og um náttina fara Jens Marni Hansen og aðrir føroyskir tónleikarar at spæla til seinastu súrligu náttina í Skarv.

Siri Thorsteinsson tók yvir Skarv í 2015 frá pápanum Dánjali Peturi (Mynd: Eyðun Klakstein)