Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Búskaparráðið: Avtak almennar stuðulsskipanir

Tað darvar búskaparligu menningini í Føroyum, at almennar skipanir stuðla framhaldandi rakstri í vinnum, sum geva ivasamt ískoyti til búskapin. Føroyar hava fleiri sløg av slíkum stuðulsskipanum. Ein er fiskavirkisskipanin, ein onnur er minstalønin til fisikimenn, sigur Búskaparráðið

– Tá fyritøkur og vinnur ikki geva samfelagsligt avkast, so minkar teirra virksemi um virðisskapanina í samfelagnum. Tað er ikki skynsamur vinnupolitikkur og darvar búskaparmenningini í Føroyum, at almennar stuðulsskipanir yvir longri áramál stuðla framhaldandi rakstri í ávísum vinnum.

Tað sigur Búskaparráðið millum annað í várfrágreiðing sínari.

Búskaparráðið sigur, at ein teirra er fiskavirkisskipanin, ið heldur fólki føstum í vinnum við lítlum ella ongum avkasti, og sum ikki kann bjóða arbeiðsfólkunum arbeiði alt árið. Fiskavirkisskipanin forðar fólki í at fáa sær arbeiði í øðrum vinnum, har tey høvdu kunna givið eitt størri íkast til búskapin. Úrslitið av hesi stuðulsskipanini er, at vit fasthalda einum yvirkapasiteti í framleiðsluni á landi.

– Sum tað framgongur á mynd 2.13 (myndin niðanfyri, jour.), er luturin av útlendskari arbeiðsmegi vaksin nógv í fiskavøruídnaðinum síðan nýggja fast-track skipanin varð sett í gildi. Tað vil siga, at fiskavirkisskipanin, sum helst av fyrstan tíð hevur haft til endamáls at veita arbeiðspláss til føroyingar í avkastgevandi vinnu, nú í staðin í størri og størri mun verður nýtt til at útvega arbeiðspláss til útlendingar, skrivar Búskaparráðið.

Eisini sigur Búskaparráðið, at ein onnur skipan er minstalønin til fiskimenn og ásetingin um brúksskyldu, sum ger at sjálvt um fiskiskapurin ikki ber seg, verður kortini fiskað. Stuðulsskipan við minstuløn til fiskimenn tryggjar manningini eina minstuløn, óansæð hvussu fiskiskapurin er.

– Tá stovnarnir minka, ger skipanin, at fiskiskapurin heldur fram, og stovnarnir verða fiskaðir enn longur niður. Skipanin forðar eisini arbeiðsmegini í at flyta yvir í aðrar vinnur, har hon kundi givið eitt íkast til búskapin, sigur Búskaparráðið.

Les eisini...  Búskaparvøksturin er mettur at vera 5,4 prosent í 2023

Ráðið vísir á, at møguleikin, at fáa útlendska manning til fiskiskip, sum fiska so lítið, at manningin er á minstuløn meginpartin av árinum, ger harumframt, at vit fáa arbeiðsmegi til fyritøkur, sum ikki klára at geva kappingarførar hýrur til føroyska manning.

– Sostatt førir hendan skipanin eisini til, at fyritøkur, sum annars møguliga høvdu lagt skipini, tí tey ikki klára at manna tey, nú fáa manna tey við útlendingum, og sostatt heldur lív í einum yvirkapasiteti í veiðiliðinum. Niðurstøðan er, at slíkar stuðulsskipanirnar føra til stórar skeiklingar, har ov nógv skip eru til ov lítið av fiski, soleiðis at produktiviteturin í veiðuni verður hildin niðri á einum sera lágum støði, heldur Búskaparráðið.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Kelda: Búskaparráðið