Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mass Hoydal fyribils leiðari fyri Visit Runavík

Mass Hoydal er settur sum leiðari fyri Visit Runavík, nú Marjun Niclasen er farin í farloyvi fram til 1. mai 2025

Runavíkar býráð tók á býráðsfundi seinasta hósdag – hin 21. mars – avgerð um, at seta Mass Hoydal í starvið sum leiðari fyri Visit Runavík.

Leiðarastarvið var lýst leyst at søkja í februar í ár, og tá umsóknarfreistin var farin hin 28. februar, vóru átta umsóknir komnar inn til starvið.

Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at Mass Hoydal er 47 ára gamal, og hann starvast í løtuni sum leiðari fyri Visit Sandoy. Mass Hoydal hevur fjølbroyttar starvsroyndir m.a. frá Museum Sydøstdanmark og mest er hann kendur fyri at vera verkætlanarleiðari fyri SavnsGulli, ið snýr seg um at talgilda alt útvarps- og sjónvarpssavnið hjá Kringvarpi Føroya. Harumframt hevur Mass royndir innan starvsfólkaleiðslu, fíggjarstýring, ferðavinnumenning og hevur megnað at leiða, skipa og føra stórar verkætlanir á mál. Mass Hoydal er útbúgvin magistari í miðaldarfornfrøði frá Lærda Háskúlanum í Áarósa og hevur eisini nomið sær útbúgving í leiðslu.

Mass Hoydal byrjar í starvinum skjótast tilber.

Starvið er tíðaravmarkað frá 1. apríl 2024 til 1. mai 2025.