Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kendur vertur á byggisending vitjað í Føroyum

Fred Mills vitjar ymisk støð í heiminum, har serlig bygging er framd. Í seinastu sending sínari vitjar hann í Føroyum

Við sínum miðli og YouTube-rás, B1M, sum hevur tríggjar milliónir haldarar (subscribers, jour.) og yvir 24 milliónir hyggjarar hvønn mánað, so ferðast bretin Fred Mills kring heimin, har hann vitjar ymisk støð, har serstøk bygging er framd.

Í seinasta partinum, sum er lagdur út á YouTube-rásina, verður vitjað í Føroyum, og tað er rundkoyringin í Eysturoyartunlinum, sum er høvuðssøgan í sendingini.

Umframt tað verður tosað eitt sindur um hinar tunlarnar í Føroyum, og eisini SEV sleppur framat í sendingini.

Fred Mills ferðast runt oyggjarnar, so føroyska náttúran fær sjálvandi nøkur orð við á vegnum eisini.

Sendingin sæst her: