Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vøruhúsið byrjar nýggja deild

Vøruhúsið fer nú at seta sjóneykuna á vinnukundar, og hevur tí sett eina deild á stovn, sum burturav selur til vinnukundar

Vøruhúsið hevur stovnað nýggja deild, Vøruhúsið Pro, ið burturav skal selja til vinnuna.

Í hesum sambandi hevur Vøruhúsið sett Kára Hentze sum leiðara fyri nýggju deildina.

– Tíðin er røtt, at vit seta Vøruhúsið Pro á stovn, so vit kunnu røkja vinnukundarnar á besta hátt. Vinnukundar tørva ofta eitt annað slag av ráðgeving enn privatkundar, og tí er tað skilagott at fokusera tilboðini til bæði segmentini, sigur Peter Mouritsen, stjóri í Vøruhúsinum, í tíðindaskrivi.

Vøruhúsið Pro, sum eisini heldur til á Vøruhúsinum á Hjalla, fer at leggja dent á at veita tænastur, sum millum annað fevnir seg um kaffi og reingerðarútgerð til eitt nú skúlar, sjúkrahús, stovnar, gistingarhús, matstovur, kaféir og kantinur.