Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

2. páskadag sigur FM1 beinleiðis frá: KÍ-NSÍ klokkan 15 og Skála-B36 klokkan 17

Klokkan 15 2. páskadag sigur frásøgumaðurin, Trygvi Absalonsen og viðmerkjarin, Regin Sivertsen frá dystinum í Betrideildini hjá monnum millum KÍ og NSÍ við Djúpumýru í Klaksvík. Klokkan 17 sigur Óli G. Samuelsen frá dystinum millum Skála og B36, ið verður leiktur undir Mýruhjalla á Skála. Eyðun Samuelsen verður heimildarmaður til dystin HB-ÍF, ið byrjar klokkan 15, og Árni Gregersen verður heimildarmaður til dystin Víkingur-B68, ið byrjar klokkan 17. Í hálvleikssteðginum í dystinum millum Skála og B36 fer Heri Simonsen at práta við Teit Matras Gestsson hjá HB og Aleksandar Jovevic, høvuðsvenjara hjá ÍF um dystin millum ÍF og HB, ið tá er spældur.